Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.12.2025 11:39

Stórt ókeypis nýggjárstiltak fyri øll – bæði í Eysturkommunu og aðrastaðnis

Fyrireikararnir av nýggjárstiltakinum sum verður nýggjársaftan í Leirvík (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Soleiðis siga fyrireikararnir av nýggjárstiltakinum, sum í hesum døgum stríðast við at gera klárt og fyrireikað stóra nýggjárstiltakið, sum verður hildið í Leirvík nýggjársaftan.

Íblásturin er komin frá stóra og vakra nýggjárstiltakinum, sum verður hildið í Vági á hvørjum árið.

Av tí at einki so stórt tiltak er í Eysturoynni ella her á leiðini, so hildu fyrireikararnir at tað varð vert at gera eina roynd. Ein dagur sum hevur nakað til øll – bæði vaksin og smá.

Byrja verður longu kl. 11 við ókeypis brunch í Bygdarhúsinum har øll eru vælkomin. Síðani verður hildið á út á seinnapartin við barnatiltøkum, gongutúri og dypping.

Um kvøldið verður setan og nýggjársquiz í Bygdarhúsinum. Og eftir tað verður, um veðrið loyvir tí, kyndlagongd, bál og fýrverk.

Kl. 01.00 verður ókeypis súpan at fáa. Og síðani verður Silent Disco og dansur í bygdarhúsinum alla náttina.

Øll tiltøkini eru ókeypis siga fyrireikararnir, sum vóna at nógv fólk fer at leita sær til Leirvíkar at hugna sær.

Tað er Eysturkommuna og vinnufyritøkur í kommunu sum hava stuðla tiltakinum.