Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2023 20:05

Stórt neonendatiltak í høllina á Skála

Myndir: StÍF

Týsdagin 4. apríl var stórt felags endatiltak fyri øll barna- og ungdómslið hjá StÍF. Neondystir vóru í høllini á Skála. Høllin bleiv sløkt og ultraviolett (UV)-ljós fingu bólt, mál, strikur og leikarar til at lýsa! Ein festligur máti at spæla hondbólt og at enda hetta kappingarárið við. Børn, ung og vaksin hugnaðu sær saman.

Á leið 160 leikarar vóru við, býttir á 26 lið frá U8-U16. 26 venjarar vóru og tveir dómarar hildu væl skil á.

Nógvar fyrireikingar skulu tit fyri at kunna halda eitt so stórt tiltak. Nakrar av uppgávunumvóru at klistra neontape á vøll og mál, seta ultraviolett (UV)-ljós upp í loftið í høllini, halda skil á øllum liðunum í hálvmyrkri, døming, seta lið, gera kaffi, døgurða, vaska upp og rudda.

Ein DJ´ari var til tiltakið, sum við fangandi tónleiki og effektum setti sín festliga dám á tiltakið.

Øll foreldur fingið bjóðað kaffi og kaku, og øll vóru sjálvandi vælkomin at hyggja eftir øllum liðunum.

Aldursbólkarnir fingu døgurða í kaféteriuni, tá tey vóru liðug at spæla. Foreldrini í ymisku árgangunum skipaðu hetta sera væl og ruddaðu og vaskaðu upp eftir hvønn árgang.

Stigtakar til tiltakið vóru Alexandur Johansen, Guðrun Ólavsdóttir og Sólvá í Selvindi.