Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.07.2023 15:40

Stórt GÍ tiltak av bakkastokki í heyst 

Mynd: GÍ føroyameistarar á fyrsta sinni. (Sosialurin, 1983)

Tað verða í ár ávíkavist, 40 ár síðani fyrsta FM, og 30 ár síðani, fyrsta av fýra FM-heitum á rað, kom í hús hjá besta mansliðnum hjá GÍ. 

Tað var tann 25. september í 1983, at fyrsta meistarheitið kom í hús, meðan tann 3. oktober í 1993 kom tað fyrsta, av heili fýra meistaraheitum á rað, í hús í Sarpugerði. 

Í hesum sambandi er ætlanin, at gera eina orduliga GÍ-viku í Gøtu. Ein framsýning sum skal vísa søguna hjá GÍ frá byrjanini í 1926 til endan í 2008. Ætlanin er, at framsýningin skal byrja mánadagin 25. september og enda tann 3. oktober. 

Leygarkvøldið 30. september er ætlanin, at hava eina veitslu í besta GÍ-stíli, við góðum mati, sangi, røðum, skemti og dansi. 

Men fyri at alt hetta skal gerast møguligt, siga fyrireikarirnir, at teir hava brúk fyri nógvari hjálp, fyri at samla myndir og filmsklipp v.m, sum kann setast upp til eina minnuliga framsýning um eina farna tíð. 

Oddamaðurin og ein av høvuðsfyriskiparunum av tiltakinum, er gamla GÍ legendan, Pauli Jarnskor, sum fegin hevði vilja hoyrt frá fólki, sum liggja inni við tilfari, sum kundi verið áhugavert fyri søguna hjá GÍ. Fólk eru tí vælkomin at seta seg í samband við Paula á tlf. 791144.

Ella senda ein teldupost á: gifotboltur@gmail.com, ella á Facebook vanganum GÍ (Søgan um Gøtu Ítróttarfelag 1926-2008) https://www.facebook.com/groups/1825652111097457

GÍ var føroyameistarar árini 1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og 1996 

Og vóru steypavinnarar árini 1983, 1985, 1996, 1997, 2000 og 2005