Lesarabræv
Nú so nógv verður tosað um stríð, kríggj og krígshóttanir.
Støðan í heiminum er spent, ótrygg og óhugnalig – eingin ivi um tað. Verjumálaráðharrar, varaadmiralar, kavbátar og krígsskip eru meiri og minni vorðin dagligir gestir um okkara leiðir. Tosað hevur enntá verið um, at vit í Føroyum skulu tryggja okkum neyðsynjarvørur, um illa vil til. Óunniligt, og man veit ikki ordiliga, hvat man skal halda um tað heila.
Men mitt í meldrinum er onnur orrusta, eitt annað stríð ella kríggj, um tú vilt. Tað er ikki nýtt, men er veruliga vaknað seinastu tíðina her heima hjá okkum. Tað gongur fyri seg beint her, beint nú. Stríðið um fosturtøku.
Orðini, sum eg nýti í yvirskriftini, runnu fram fyri meg, nú bæði Løgmaður og landsstýrismenn hava hava havt ein vaksandi og ikki sørt markantan krígsretorikk í seinastuni. Orðini havi eg týtt úr enskum. Móðir Theresa eigur tey, og hon bar tey fram í 1994, tá hon stóð frammanfyri m.ø. amerikonsku forsetahjúnunum, Bill og Hillary Clinton, til árliga tiltakið, National Prayer Breakfast.
Djørv og beinrakin røddi hon m.a. um ta upploysandi ávirkanina, ið fosturtøka hevur á moralska landslagið í einum samfelagi. Røðan sum heild er ómetaliga rannsakandi fyri øll at lesa, men her endurgevi eg eitt stutt brot, ið beinleiðis viðgerð fosturtøku og avleðingar av henni. Móðir Theresa sigur:
”But I feel that the GREATEST DESTROYER OF PEACE today is abortion, because it is a war against the child…How do we persuade a woman not to have an abortion? As always, we must persuade her with love, and we remind ourselves that love means to be willing to give until it hurts….The father of that child, whoever he is, must also give until it hurts. By abortion, the mother does not learn to love…And, by abortion, that father is told that he does not have to take any responsibility at all for the child he has brought into the world.”
Alvarsom orð. Og stríðið er ómetaliga álvarsamt. Stríðið er fullkomiliga grundleggjandi, tí tað snýr seg um tað lívið, sum hevur givið seg til kennar, tá ein kvinna verður við barn. Vit hava longu nú eina fosturtøkulóg, sum heimilar fosturtøku, men hon er hóast alt restriktiv í sínum anda. Og uppgerðin við hendan lógarinnar anda er so nógv størri og djúpri, enn vit geva okkum far um. Frí fosturtøka ber ómetaliga álvarsaman vitnisburð um, hvussu vit sum samfelag ynskja at møta lívinum, og hvat sýni á lívið, vit ynskja at leggja í børn okkara, ja, á ókomin ættarlið. Føroyingar hava eftir mínum tykki sum heild eina djúptøkna virðing fyri lívinum, men uppskotið hjá landsstýrismanninum er meiri og minni ein avskrift av tí sera liberalu donsku frá 1973, sum als ikki tekur hædd fyri tí, sum liggur í føroyinginum.
Tí sanniliga, tit, lívið er lívsins størsta eitt undur. Latið okkum undrast! Latið okkum fagna tí, vit einaferð sjálvi vóru, og stríðast fyri rættinum hjá tí lítla og verjuleysa, meðan vit seta alt inn fyri at taka okkum av mammuni, pápanum, ja, familjuni allari. Tað er hægri mál at seta sær!
Bárður á Lakjuni
Deil á Facebook