Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.06.2025 12:13

Størsta skip nakrantíð í Sjóvar havn

Mynd: Sjóvar kommunna

Sjóvar kommuna

Fríggjakvøldið kom rørleggjaraskipið Deep Energy á Hulk at liggja. 

Hetta er størsta skip nakrantíð, sum hevur ligið við kaj í Sjóvar kommunu.

Skipið er 194,5 metrar langt, 31 metrar breitt og 25378 BT

Til samanberingar er Norrøna 165,7 m langt, og 30 m breitt.

Skipið skal bunkra og skifta nakað av manningini á Hulki. Skipið verður liggjandi til týsdagin.

Myndir: Sjóvar kommuna