Oddaliðið Víkingur Reykjavík tók í gjár móti ÍBV frá Vestmannaeyjum í íslendsku bestu deildini – Úrvalsdeildin. Og heimaliðið vísti onga náði. Úrslitið var ein knúsandi 6-0 sigur til Víkingur Reykjavík.
Gunnar Vatnhamar var sum vant við frá byrjan og leikti í miðverjuni saman við svianum Oliver Ekroth.
Longu í hálvleikinum var støðan 3-0. Í seinna hálvleiki, hóast heimaliðið fekk ein mann útvístan, skoraðu teir trý mál afturat, til endaligu støðuna 6-0.
Gunnar Vatnhamar bleiv útskiftur í 74. minutti, tá støðan var 4-0.
Víkingur Reykjavík er enn á odda í bestu deildini. Eftir 17 dystir hava teir 44 stig, meðan Valur er á 2. plássið við 35 stigum, men hava leikt ein dyst færri.
Komandi uppgáva hjá reyðsvørtu úr Víkingi Reykjavík er týsdagin 8. august á útivølli móti FH Hafnafjørður.