Fótbóltssamband Føroya
Føroyar vóru greitt omaná, og vunnu ein sannførandi sigur á Montenegro hóskvøldið. Málini gjørdu Meinhard Olsen, Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen, ið skoraði tvær ferðir.
Hóast eitt sindur illfýsið veður, so fingu teir gott 2.100 áskoðararnir á Tórsvølli hóskvøldið nógv at fegnast um eftir HM undankappingardystin millum Føroyar og Montenegro.
Í regninum fingu gestirnir ikki eitt bein til jørðini, og blivu sum fráleið skolaðir av Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 4-0 til Føroyar, sum var á odda við tveimum í steðginum.
Tá eitt gott korter var spælt skoraði Hanus Sørensen til 1-0, og tá 36 minuttir vóru farnir økti Meinhard Olsen um føroysku leiðsluna.
Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama. Okkara menn sótu á øllum, og fult í tráð við spælið á vøllinum gjørdist talan um ein knúsandi heimasigur.
Tíggju minuttir eftir steðgin økti Hanus Sørensen til 3-0, og í 72. minutti setti Árni Frederiksberg brotsspark í netið.
Sigurin var í allar mátar fult uppiborin, og kundi – um væl vildi til – verið væl størri. Stórar partar av dystinum brendi á framman fyri málinum hjá Montenegro, og ta einu ferðina rakti Petur Knudsen stongina.
Í hinum dystinum í bólkinum spældu Kekkia og Kroatia málleysan javnleik.
Eftir seks umfør hava Kroatia og Kekkia 13 stig í part, Føroyar eru á 3. plássi við 9 stigum, Montenegro hevur 6 stig, og aftast er Gibraltar við ongum stigi.
Sunnudagin spæla Føroyar aftur, tá Kekkia kemur á vitjan á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.