Veðurførsøgnirnar siga ikki frá besta veðrið komandi dagarnar.
Veðurstova Føroyar sigur at, eitt djúpt lágtrýst í útsynning úr Íslandi gongur í landnyrðing og grynnist. Lýggj og slavin luft við ælaveðri rekur ímóti Føroyum og havleiðunum sunnaneftir.
Í nátt tekur eitt nýtt lágtrýst seg upp sunnan fyri Ísland og fer at ganga eystureftir ímóti Føroyum. Brúgvalag haðani við nógvum regni fer at leggja seg yvir landið og havleiðirnar í morgin. Seinnapartin fer lágtrýstið í landnyrðing millum Føroyar og Ísland, og tað fer at hava nógvan vind av útsynningi við sær.
Sunnumorgunin er tað farið norðurum, og ein veikur lágtrýstryggur fer at leggja seg yvir okkara leiðir. Fyrstu dagarnar í næstu viku fer eitt lágtrýst at ferðast av leiðunum sunnan fyri Ísland í landnyrðing ímillum Føroyar og Ísland, og tað fer at beina lýggja og slavna luft ímóti okkum sunnaneftir ella av útsynningi.
Mikudagin fer eitt djúpt lágtrýst við nógvum vindi rundanum at leggja seg sunnan fyri Ísland, og tá fara vit at hava heilt fitt av vindi av útsynningi.
