Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Longu nú sunnudagin skal Víkingur aftur í eldin. Hesuferð er tað toppliði í føroyskum fótbólti seinastu árini KÍ, sum stendur fyri tørni.
Dramatiski dysturin í hálvfinaluni í gjárskvøldið hevur kravt síni “offur”.
Til dystin ímóti KÍ sunnudagin er greitt at, miðvallarin og ein av lyklaleikarunum Noah Mneney, er leikbannaður, aftaná at hava fingið reytt kort í dystinum í gjár.
Ein av ungu evnaríku leikarunum Olaf Bárðason hevur drigist við ein skaða í eina tíð, og verður ikki við sunnudagin. Eisini er ivi um Bergur Gregersen, sum ikki var við í gjár. Sum skilst, so venur hann hesa vikuna, so tað ein møguleiki er fyri at hann verður klárur. Til dystin í gjár røkti Ingi Jonhardsson plássi á vinstrabakki.
Dysturin verður leiktur sunnudagin kl 15.00 í Sarpugerði.
Deil á Facebook