Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2022 08:59

Stórdystur í Klaksvík á síðsta leikdegi 2023

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen/Eysturoyarportalurin (savnsmynd)

Tað er um hesa tíðina, at kappingarskráin fyri komandi ár hjá Betrideild monnum verður løgd. Hóast skráin ikki enn er almenn, so skilir Eysturoyarportalurin frá keldum sum standa málinum nær, at ein av stórdystunum í árinum, og møguliga eisini dysturin sum kann verða avgerðandi fyri komandi føroyameistarheiti, verður leiktur í Klaksvík á síðsta leikdegi, tá núverandi meistarar KÍ taka ímóti nærmastu kappingarneytunum Víkingi úr Eysturkommunu.

Øll skráin verður løgd út so skjótt hon er almenn.