Fótbóltssamband Føroyar
Føroyska U17 landsliðið við gentum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til fyrsta dystin í EM endaspælinum, sum verður á Tórsvølli í morgin, sunnudagin 4. mai klokkan 18:00.
Lagið var avbera gott, tá føroysku U17 genturnar savnaðust á Tórsvølli hósdagin. Fyri framman stendur ein av størstu uppgávunum nakrantíð, men hon er eisini ómetaliga spennandi.
Í morgin, sunnudagin 4. mai verður EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum sparkað í gongd, og saman við sjey teimum bestu landsliðunum í Evropa, skulu føroysku genturnar kappast um at gerast evropameistarar 2025.
Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, Eyðvør Jakobsen, ið er sera spent til kappingina, men hon leggur eisini dent á, at uppgávan er stór, og fyrst og fremst skulu okkara gentur leggja dent á avrikið. Men stuðulin frá fjepparunum hevur eisini stóran týdning.
– Vónandi koma nógvir áskoðarar at stuðla, tí vit fáa veruliga brúk fyri øllum – eisini uttan fyri vøllin, sigur Eyðvør Jakobsen.
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórsvøllur)
Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Pólland – Italia (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Frankaríki (á Djúpumýru)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Holland – Noreg (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (á Djúpumýru)
Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.