Fótbóltssamband Føroya
Í dag fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja HM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er 52 pláss framman fyri Føroyar á FIFA listanum.
Tað er nummar 59 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 111, tá Grikkaland og Føroyar trína á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta í morgin (leygardagin 7. mars) klokkan 18:30 føroyska tíð.
Talan er um fyrsta dystin í HM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, er Georgia eisini í bólkinum.
Føroyski hópurin kom til Kreta týsdagin, eftir at hava verið á Kýpros í nakrar dagar, har tær hava vant og spælt venjingardyst ímóti Kýpros. Tann dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Pætur S. Clementsen letur væl at fyrireikingunum, men ásannar at tey kunnu vænta ein truplan dyst í morgin. Hoyr samrøðuna, sum FSF-varpið gjørdu við Pætur fyrr í dag.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á https://kvf.fo/live/2
