Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2025 08:18

Stór granskingarverkætlan um fiskiskap og veðurlagsbroytingar sett í gongd

Mynd: Sjókovin

Tíðindaskriv/ Sjókovin

Stóra granskingarverkætlanin, MeCCAM, fer nú av bakkastokki undir leiðslu av Sjókovanum. Dagarnar 3.-5. juni hittast granskarar úr níggju londum í Føroyum at seta verkætlanina í gongd

Talan er um eina ES-fíggjaða verkætlan, sum hevur til endamáls at menna loysnir, sum kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum og laga fiskiskapin í Evropa til veðurlagsbroytingar.

Verkætlanin hevur fingið játtað 33,5 mió. krónur úr ES. Partnararnir eru 16 í tali, og úr Føroyum luttaka Varðin, Havstovan og Sjókovin, sum hevur leiðsluna av verkætlanini.

40 granskarar og serfrøðingar

Í døgunum 3.-5.juni verður kick-off fundur í Føroyum, har 40 granskarar og serfrøðingar úr níggju londum í Evropa luttaka. Hetta eru fólk frá nøkrum av fremstu granskingarstovnum og fyritøkum innan fiskivinnuna, sum saman skulu finna loysnir at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í fiskivinnuni.  

Eitt av granskingarøkjunum í verkætlanini er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Fleiri fiskivinnufyritøkur skulu royna nýggja tøkni og átøk fyri at minka umhvørvisávirkanina í fiskivinnuni, teirra millum Varðin og íslendska fyritøkan, Brim. 

Kanna fleiri øki

Verkætlanin skal eisini greina sambandið millum oljunýtslu, fiskileið, árstíð og góðsku í samstarvi við uppsjóvarvirkir. Harafturat leggur verkætlanin dent á at betra dátuinnsavnan og -greining fyri at betra umsitingina av fiskiskapi og frágreiðingar um burðardygd.  

Á fundinum, sum verður á Hotel Hafnia, fara luttakararnir at leggja fram ætlanir fyri, hvussu virksemið í verkætlanini skal leggjast til rættis. Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálunum, Jóhan Christiansen, setir fundin, og eisini verður heilsan borin fram frá umboðum úr stovnum undir evropeisku kommissiónini.  Mikudagin seinnapart verður eisini vitjað umborð á Gøtunesi, har ið skiparin og manning fer at vísa runt og greiða frá fiskiskapinum. 

Spjaldur