Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2025 12:25

Stór EM avbjóðing í Týsklandi

Føroyski U19 hópurin, sum í farna mánað var á venjingarlegu í Portugal - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Sigtór Petersen hevur úttikið 18 spælarar til EM undankappingina, sum verður í Týsklandi frá 26. novembur til 2. desembur


Tríggjar stórar og spennandi uppgávur bíða føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum seinni í mánaðinum fer til Týsklands, har EM undankapping er á skránni.

Føroyar eru í bólki A2 saman við so mætum fótbóltstjóðum sum Týsklandi, Spania og Belgia.

At føroyska liðið hesaferð er komið í ein so sterkan bólk kemst av, at Føroyar vunnu bólkin í EM undankappingini sum var í apríl mánað, tá okkara gentur vóru í deild B, og við einum samlaðum málmuni upp á 11-2, settu Moldova, Kýpros og Estland til viks.

Sigtór Petersen er venjari hjá U19 gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Rúnu Nón Bjartalíð, hevur hann úttikið hópin, sum skal umboða Føroyar í Týsklandi í næstum.

Hópurin
Jakobina Bergsdóttir, HB
Leona Kjærbæk Djurhuus, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Birita Mohr, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Brá Zakariasardóttir, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála ÍF
Sara Benjaminsen, Skála ÍF
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Sára Kristiansen, HB Køge (Danmark)
Halla Morgan Ejdesgaard, Fortuna Hjørring (Danmark)
Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland (Danmark)

Dystaskráin
26. nov. Spania – Føroyar (kl. 11:00)
29. nov. Týskland – Føroyar (kl. 11:00)
2. des. Føroyar – Belgia (kl. 14:30)