Runavíkar kommmuna sigur at, í samband við Eystanstevnuna verður Heiðavegur stongdur fríggjakvøldið 20. juni kl. 14.00 og verður latin uppaftur sunnukvøldið 22. juni kl. 23.00 Stevnuøkið verður á Heiðavegi, við Gulu smiðju. Í tí sambandi er neyðugt at steingja Heiðaveg fyri gjøgnumkoyring á strekkinum frá handlunum East og Blákrossbúðini í syðra enda og norður til Radiobúðina.
Skelting verður sett upp, sum vísir til blindveg, í báðum endum av Heiðavegi, og avsperring verður gjørd á nevndu støðum. Gjøgnumgangandi ferðslan verður beind eftir Fjøruvegnum (og Gulasteinsvegi).