Fimleikafelagið Støkk boðar frá, at breiddarfimleikurin byrjar aftur mánadagin 4. september.
Men áðrenn tað, so verður sokallaður Støkkdagur í Bylgjuni nú leygardagin 2. september frá kl. 13.00-16.00. Har verður millum annað møguligt at fáa hjálp til tilmelding, um tørvur er á tí.
Á skránni verður barnaundirhald við Angelu og Hannibal. Eisini kunnu børn royna ein amboðsbana, og so kann nýggja Støkkdraktin eisini bíleggjast við avsláttri. Kaffi & køka verður at fáa.
