Mynd:Viborg Idrætshøjskole
Í døgunum 15. – 23. oktobur vitjar Viborg Idrætshøjskole við sínum
elituliði okkara felag. Fimleikararnir eru 40 í tali, og teir fáa
allir innivist hjá 18 familjum, ið hava tilknýti til Støkk. Talan er
um væl vandar fimleikarar í aldrinum 20 til 30 ár, sum gera fimleik á
sera høgum støði inni rútmu og lop.
Undir vitjanini fara donsku elitufimleikararnir eisini at skipa fyri
skeiðum og verkstovum fyri bæði venjarum og fimleikarum hjá Støkk.
ÓKEYPIS FRAMSÝNING
Fríggjadagin 21. oktobur kl. 17.00 verður ókeypis framsýning í
Bylgjuni, har øll eru hjartaliga vælkomin. Spennandi verður at síggja
teirra fimleikaligu kynstur við tí serstaka danska fimleikastílinum.
Til framsýningina er Viborg Elitehold bulurin og harumframt luttaka
nøkur lið úr Støkk.
Støkk er vertur hjá Viborg Elitehold, og liðið fer eisini at ferðast
ymsastaðni í Føroyum bæði fyri at uppliva landið og at geva føroyskum
skúlum og feløgum íblástur innan fimleik.
Støkk gleðir seg til vitjanina.
Deil á Facebook