Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2025 19:17

Stjól heilivág umborð á Volunteer

Savnsmynd (Volunteer við bryggju á Toftum) Mynd: Eysturoyarportalurin

Eysturoyarportalurin skilir, at innbrot hevur verið umborð á fiskiskipinum Volunteer.

Hetta váttar eisini mannningin á skipinum sum Eysturoyarportalurin hevur tosa við í dag.

Volunteer hevur ligið við kai á Vestarubryggju, eftir at hann hevur verið til árligt eftirlit og dagføringar á skipasmiðjuni MEST í Tórshavn.

Men hósnáttina hevur onkur óboðin gestur verið umboð og brotið upp medicineskápið og stolið allan heilivágin, har t.d. hópin av tablettum og øðrum er í.

Sum skilst, so hevur viðkomandi eisini roynt at stolið aðrastaðni í økinum, men tó er óvist um viðkomandi fekk nakað við sær harfrá.

Spjaldur