Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2022 18:08

Stigini rapla inn á konto´ina hjá B68

Mynd: B68

Tað er hugaligt at verða B68´ari í hesum døgum. Innan heilt fáar dagar eru 6 stig tikka inn á konto´ina hjá Jákup á Borg og teimum reyðu á Toftum.

Fyrst vóra tað tey 3 “skrivaraborðs” stigini, sum endaliga blivu staðfest fríggjadagin, at verða verandi á Toftum.

Og í kvøld hava so B68´arnir, gjørt hol í sjógvin, tá teir sera óvænta vunnu øll 3 stigini á HB á útivølli, við einum 1-2 á sjálvum tjóðarleikvøllinum í Havn.

Komandi sunnudag møtir B68 møti AB á Svangaskarið, meðan NSÍ møtir Víkingi í Sarpugerði.