Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.12.2022 21:12

StÍF víðari í steypakappingini

Mynd: StÍF

StÍF vann á Team Klaksvík í kvøld og eru tískil víðari í steypakappingini.

StÍF vunnu 24-22 ímóti Team Klaksvík í einum sera spennandi dystarenda í KÍ-høllini. Strandingar høvdu meira ís í búkinum seinastu løtuna, og standa nú í enn einari Faxe Kondi hálvfinalu sum teir skulu leika ímóti KÌF.

Tí tá tað restaðu sjey minuttir vóru strandingar aftanfyri 20-22, men StÍF megnaðu tó at koppa dystinum á høvdið seinastu løtuna, og vunnu 24-22.