StÍF
Við hálvfinaluplássinum síðsta kappingarár, tryggjaði mansliðið hjá StÍF sær eitt pláss í evropeisku kappingini EHF European Cup, og hendan møguleikan ynskir felagið at takað.
Mansliðið hevur ment seg nógv tey seinastu árini, og tí meina vit, at tað er sjálvsagt at taka tað næsta stiðið og royna okkum í tí evropeiska hondbóltinum.
Nakrir spælarar hava verið við landsliðnum til endaspøl, men tað verður fyrstu ferð, at teir skulu spæla evropeiska kapping.
Í dag hevur lutakast verið, og skulu okkara menn spæla ímóti HC Vojvodina (Serbia).
Meira kunning kemur seinni.