StÍF boðar í kvøld frá venjarabroyting.
Felagið skrivar soleiðis:
St.Í.F., og venjarirnir Mads Lindkvist og Mikkel Lindkvist, enda samstarvið.
Mads og Mikkel hava verið ein týðandi partur av felagnum, og hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at menna liðini og skapa ein góðan felagsskap.
Við teirra royndum, og fakliga styrki, hava teir verið við til at lyfta venjingarnar og skapa ein góðan kappingaranda, sum vit øll hava havt stóran ágóða av.
Vit vilja takka teimum hjartaliga fyri teirra íkast, trúfesti og góða samstarv gjøgnum tíðina. Tað hevur verið ein gleði at havt teir sum part av St.Í.F., og vit ynskja teimum bestu eydnu framyvir – bæði í ítrótti og øðrum lívsins viðurskiftum.
