Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2023 11:31

StÍF leitar eftir høvuðsvenjara til kvinnusíðuna

Mynd: StÍF

Hondbóltsfelagið StÍF hevur í hesum døgum eina lýsing úti, har felagið sigur seg leita eftir einum høvuðsvenjara til besta kvinnuliðið, samstundis at nýggi venjarin eisini skal taka sær av liðinum á gentusíðuni. Uppgávan hjá nýggja høvuðsvenjarinum verður at menna leikarar í einum felagið í vøkstri og við einum stoltum hondbóltsarvi.

Málið er, at venjarin skal byrja í starvinum í seinasta lagi 1. august 2023. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Umsóknarfreistin er 13 apríl, sigur felagið á heimasíðu síni.

Øll lýsingin kann síggjast her: