Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2022 13:28

Stíf – hugleiðingar í sambandi við 80 ára dag

Heilsan frá borgarstjóranum

Stranda Ítróttarfelag bleiv til á stovnandi aðalfundi tann 11. oktober 1942, og er sostatt blivið 80 ár í dag.

Byrjanin av hondbóltinum á Strondum var góð, og felagið gjørdist føroyameistari 3 tey fyrstu árini, frá 1943 til 1945. Nógvir menn vóru tá heima av krígsávum.

Ringt er at meta um tann týdning, ið Stíf hevur í okkara lítla samfelag, men vit eru øll samd um, at hesin týdningur er ovurstórur, og er ein partur av samleikanum í Sjóvar kommunu.

Sjálvur minnist eg mínar fyrstu upplivingar við Stíf. Hetta var á gamla hondbóltsvøllinum undir Haraldsheyggi á Strondum. Vøllurin var asfalteraður, og ongin girðing var uttan um vøllin. Símun E. Rasmussen var okkara fyrsti venjari, og hann legði stóra orku í at fáa okkum í form. Vit runnu sera nógv, í kovboybuksum, og vit luttóku í summarkapping hetta árið, 1978. Soleiðis sum eg minnist, spældu vit ímóti VÍF og NSÍ hetta summarið, og eg minnist eisini, at vit vunnu hesar dystir.

Tá ið so høllin kom á Skála, umleið 1980, so fóru vit inn hagar at venja. Okkara venjarar vóru teir eldru leikararnir, og eg minnist serliga Símun Paula á Fríðriksmørk, sála, sum ein sera engasjeraðan og spentan venjara, sjálvt um hann ikki var nógv eldri enn vit sjálvir vóru.

Tá ið eg bleiv umleið 15 ár, spældu vit við aðru og triðju deild, tí eg minnist ikki, at vit høvdu dreingja- og unglingalið, og okkara egnu spælarar í bestu deildini vóru okkara stóru fyrimyndir. Harumframt hevði Stíf eisini 4. deild, sum var úrvalsliðið hjá Anfinni Gærdum. Har var ikki lætt at sleppa framat einum plássi í hópinum, og ongin annar enn høvdingurin sjálvur slapp at skjóta brotskast.

Ikki kann sigast, at tað gekk væl við at náa teimum góðu plaseringunum á stigatalvuni í bestu deildini hjá Stíf hesi árini, og eg minnist tá vit við Stíf í bestu deildini, við Ole Nørskov sum venjara, spældu ímóti TB í næstbestu deildini, um hvør av okkum skuldi vera í bestu deildini næsta ár. Hetta haldi eg var í 1988, men á heysti í 1988 kom Egill Steintórsson at vera spælandi venjari hjá Stíf, og hetta árið fekk eg mína fyrstu medalju í hondbólti. Hetta árið bleiv Stíf nr. 3 í bestu føroysku hondbóltsdeildini. Eg spældi ikki við teir seinastu dystirnar, tí eg var farin til skips við ”Føroyingi”, og vit lógu í Vestmanna til umvælingar, tá ið seinasti dysturin skuldi vera á Skála. Eg tumlaði inn á Skála, fyrst við einum eldri pari úr Vestmanna, ið skuldi til Havnar, og síðani við Regini Djurhuus, málmanni hjá KÍF, ið vit skuldu spæla ímóti júst tann dagin.

Eg minnist ikki, hvussu dysturin endaði, men medaljan kom um hálsin, og hetta hevði ómetaliga stóran týdning fyri mítt hondbóltslív.

Nú var Stíf byrjað við ”professionellum” venjarum, og nevndin, við Henry Jarnskor á odda, helt fram eftir hesum leistinum í mong ár. Í 1990 kom ein ungur Tonny Kjær úr Danmark at venja Stíf, bæði børn og vaksin, og tey næstu árini høvdu vit fleiri aðrar venjarar, bæði føroyskar og útlendskar.

Hondbóltsmentanin í 90’unum var ikki tann sama, sum hon er í dag, og vit vandu munandi minni enn leikararnir gera í dag, men spakuliga kom størri og størri seriøsitetur inn í hondbóltin, og hetta viðførdi eisini betri úrslit og størri áhuga ímillum bygdafólki, líka frá Selatrað til Skálabotn, og enntá yvir um fjørð og runt um í Eysturoynni.

Endin av 90’unum var byrjanin til tað besta tíðarskeiðið hjá Stíf í nýggjari tíð, tá ið vit í 1999 á fyrsta sinni síðani 1945, við Jónleifi Sólsker sum spælandi venjara, gjørdust føroyameistarar. Vit vóru eisini í finaluni í steypakappingini hetta árið, men taptu. Tá ið 3 dystir restaðu í, vóru vit 6 stig aftanfyri Kyndil, men vit vunnu okkara dystir, tann seinasta í høllini á Skála ímóti júst Kyndli, meðan Kyndil tapti sínar seinastu dystir. Hetta viðførdi, at vit á sama stigatali sum Kyndil í 1999 kundu kalla okkum føroyameistarar.

Í 0’unum gekk rættiliga væl, serliga í steypakappingini, men eitt sindur lakari í landskappingini. Vit vóru í steypafinaluni 7 ár á rað, frá 2001 til 2007 og vunnu allar uttan í 2003, men hetta árið gjørdust vit føroyameistarar enn einaferð, við Costin Dumitrescu sum spælandi venjara.

Eftir at eg sjálvur gavst at spæla hondbólt, havi eg í nógv ár hjálpt til við venjarauppgávum, døming v.m. Stíf hevur nógvar og trúgvar hjálparar, ið stuðla felagnum og okkara leikarum. Uppgávurnar rundan um eitt hóndbóltsfelag eru sera nógvar og tað er sera týdningarmikið við nógvum og trúgvum stuðlum, um einum áhugafelag skal vera lív lagað.

Vit á vestara armi á Skálafjørðinum hava dugað sera væl at samstarva, tvørtur um kommunumark. Alt frá tí eg minnist, hava vit í hondbóltinum savnað okkum um Stíf og í fótbóltinum um Skála Ítróttarfelag, og tá ið kappróðurin var í hæddini, so hava vit eisini dugað at samstarva um tað. Nógv av teimum somu fólkunum ganga aftur í fleiri feløgum, og hetta er ein styrki fyri okkara samfelag.

Upplivingarnar á og rundan um hondbóltsvøllin hava verið ótrúliga nógvar, og hesar hava verið við til at skapa sambond sum halda enn í dag, og hava verið við til at ment og mynda okkum sum menniskju. Onkuntíð hevur blóðið verið heitt, men júst hesar spentu støður, og mátin vit valdu at loysa tær uppá hava givið okkum dygdir, ið vit hava tikið við okkum víðari í lívinum.

Tað hava eisini verið løtur og hendingar, ið hava sett seg fast í okkara sinni. Tungar løtur, tá ið týdningurin av hondbóltsspælinum bleiv settur afturum. Sitandi í køkinum hjá Jústinusi, meðan vit bíðaðu eftir fráboðan frá landssjúkrahúsinum um støðuna hjá okkara viðspælara, Pól Enok Hansen, ið brádliga small um í dysti á Skála ímóti KÍF í desember 1991, í umklæðingarrúminum í høllini á Hálsi í mars 1998, tá ið vit fingu fráboðan um, at Regin Johansen var farin, og seinni út á várið 1998, tá ið Sjóborgin, við 5 ungum monnum bleiv burtur, harímillum okkara hondbóltsvini, Símun Paula á Fríðriksmørk. Seinni eru Karstin Danielsen, Finn á Svøð og Jan Højgaard eisini farnir undan okkum, alt ov ungir.

Í dag verður nógv størri dentur lagdur á venjingar, enn tá ið eg vaks upp. Børn niður í 2 ára aldur fáa vikuligar venjingar, og tey eldru børnini og tey vaksnu venja nógv fleiri tímar enn vit gjørdu fyrr. Hetta setir krøv til umstøðurnar rundan um hondbóltstilboðið, og vit hava higartil bjóða bæði fimleikahøllina í skúlanum og ítróttarsalin í bygdahúsinum fram til hetta tilboð, men størri og størri trýst verður nú lagt á okkum um at byggja eina nútímans ítróttarhøll, ið væl betur kann nøkta tað vaksandi virksemi hjá Stíf og øðrum tilboðum, ið hoyra samfelagnum til.

Júst í hesum døgum sita vit í Sjóvar kommunu og fyrireika fíggjarætlanina fyri 2023 og langtíðarfíggjarætlanina fyri tey næstu árini. Nógv er ynskini og ein avbjóðing verður at fáa øll ynskini at passa inn í ein fíggjarligan veruleika, ið ikki bert tekur hædd fyri íløgum, men eisini einum vaksandi rakstrartrýsti, ið ávirkast av hesum íløgum.

Fyrireikingar til hesa stóru íløgu, sum ein ítróttarhøll er, eru gjørdar í ár, og sjálvt um tað kanska ikki gongur so skjótt, so er stígur ikki komin í hesar fyrireikingar. Um pláss verður fyri eini ítróttarhøll á hesi framtíðar fíggjarætlan fer framtíðin at vísa, men hetta verður eitt sera stórt tak fyri ta fíggjarligu orkuna hjá Sjóvar kommunu.

Vit í Sjóvar kommunu ynskja sjálvandi alt tað besta fyri Stíf, og eru sera takksom fyri tað stóra arbeiðið, ið tey gera okkara samfelag og ungdómi at gagni, og vit høvdu eisini ynskt, at Stíf í framtíðini fær uppaftur betri umstøður at reka sítt virksemi.

Hjartaliga tillukku við 80 ára degnum.

Artur Johansen, borgarstjóri