Mynd: StÍF
Í dag fyllir StÍF 80 ár! Hin 11. oktober 1942 hevði Stranda ítróttarfelag stovnandi aðalfund í dansistovuni á Strondum.
Fyrsti landskappingardystur hjá StÍF í hondbólti varð leiktur 30. mai 1943 á Strondum. Tað var Havnar Fimleikarafelag, ið kom við einum mansliði, og var úrslitið javnleikur 5-5.
1. manslið gjørdist føroymeistari fyrstu árini (43-44-45). StÍF hevur luttikið í landskappingini hjá monnum á hvøjum ári síðani 1958 (uttan í 1973).
Í viðtøkunum fyri felagið stendur um endamál:
Endamál felagsins er at íðka hondbólt og annan ítrótt. Felagið skal fremja góðan felagsskap limanna millum og virka fyri góðum felagsanda. Serliga skal felagið virka fyri at siðmenna ungdómin og menna hann ítróttarliga.
Í dag eru fleiri enn 250 børn, ung og vaksin venja í StÍF. Venjararnir eru fleir enn 25 í tali. Felagið hevur venjingar frá U6 og upp til vaksnu deildirnar. Felagið er í stórum vøkstri.
Stórur hópur av sjálvbodnum og stuðlum ber felagið og tryggjar fjølbroytta virksemið hjá felagnum.
Stíf stuðlar upp undir trivnað og menning fyri børn, ung og vaksin. Felagið stuðlar undir felagsskap, sum gagnar hinum einstaka og fjøldini.
StÍF fegnast um, at Sjóvar kommun er farin í gongd við at fyrireika at byggja ítróttahøll á Strondum. Tá ið StÍF fyllir 83 ár í 2025 er dreymurin at halda føðingardegin í nýggju høllini á Strondum!
Í dag verður StÍF stjórnað av nevnd, sum telur fimm limir: Rúni Rasmussen, formaður, Egi Gothard Danelsen, næstformaður, Elin Maria Bærentsen, skrivari, Magni Jacobsen, nevndarlimur, og Janneth Heinesen, kassameistari.
StÍF