Myndir: Hans Kristian Eyðunsson Hansen
Tað var stórdystur í Sarpugerði í illveðrinum í dag. Veðrið var vánaligt, bæði við regni og vindi. Og tað sást eisini aftur á áskoðaraplássunum, har ikki eins nógvir áskoðarar høvdu funnið sær pláss, um so var, at veðrið hevði verið betur. Men lat tað verða sagt beinavegin. Spenningur er av, og meistarheitið endar aftur í Klaksvík í ár. Ikki tí, tað mundu verða fá, sum góvu Víkingi nakra sum helt møguleika at vinnað meistarheiti, sum støðan var áðrenn dagsins dyst. Kanska bert tey mest optimistisku.
Víkingarliðið var nógv skert til dagsins dyst. Prominent nøvn, sum Sølvi Vatnhamar, Bárður Jógvanson Hansen, Noah Mneney og Olaf Bárðason manglaðu allir.
Men tað var Víkingur sum byrjaði best og høvdu gott tak á KÍ eina løtu. Men spælið javnaði seg so spakuliga.
Tað var annars Víkingur, sum legði seg á odda í byrjanini av seinna hálvleiki. Tað var Jákup Johansen sum í 49 minutti setti høvdi á frá stuttari fjarstøðu. Men tað gingu bert nakrir fáir minuttir, so hevði KÍ javna, tá René Shaki Joensen onkursvegna liggjandi fekk lyft bóltin upp í málneti. Og tá 77 minuttir vóru leiktir, fekk KÍ fríspark í góðari støðu, Árni Fredriksberg var settur at skjóta, og smekkaði hann bóltin vakurt upp í nærmasta horn, har Bárður á Reynatrøð ongan møguleika hevði at bjarga.
2-1 gjørdist eisini endaliga støðan, har meistarheitið “de facto” nú er á veg til Norðoyggjar.
Sí myndir frá dagsins dysti.




























