Mynd: Skála
Komandi vikuna hevur Skála tvær steypafinalur á skránni.
Mikudagin kl. 18 spæla G13 steypafinalu móti KÍ.
Fríggjadagin kl. 18 spæla G16 steypafinalu móti FC Hoyvík.
FSF kunnar um, at til hesar dystirnar verður inngongd “J” nýtt- hetta er oman móti niðara vølli – tvs. í nýggja skýlinum á vestursíðuni. Í hálvleikinum bjóðar FSF kaffi v.m.
Fyri tey sum ikki kunnu vera við á Tórsvølli, ber til at síggja dystirnar á Rás 1 hjá Televarpinum.
Skála vónar at síggja nógvar skálafjepparar til hesar báðar steypafinalurnar!
