Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2025 23:23

Steypafinalan 2025: Upphiting í Sarpugerði (Myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í kvøld vóru bæði, stórir og smáir víkingafjepparar, savnaðir í víkingahúsinum í Norðragøtu, til upphiting og hugna, í sambandi við steypafinaluna hjá monnum sum verður leikt á Tórsvølli fríggjakvøldið kl. 19.00.

Víkingur bjóðaði ókeypis vaflur og køkur. Meðan møguleiki var eisini at keypa fjepparalutir og víkingablusir.

Eisini vóru fløgg og bannarar málaðir og gjørdir klárir til sjálvan finaludagin.

Myndir: Eysturoyarportalurin