Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2022 18:58

Sterk mótstøða hjá U19 monnum í fótbólti

Eysturoyggin er umboða við leikarum úr Víkingi, EB/streymi og ÍF, nú Sigfríður Skaale Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur sent boð eftir 20 spælarum til venjingarlegu í Pinatar í Spania, sum verður frá 19. til 27. september.

Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tríggjar venjingardystir. Og talan verður um rættiliga sterka mótstøðu, hóast mótstøðuleikararnir eru ein árgang yngri enn okkara.

Tann 21. september verður spælt móti Belgia, tann 23. september móti Onglandi, og mánadagin 26. september er mótstøðuliðið Holland. Allir dystirnar verða á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur í landsynningshorninum av Spania.

Hópurin
Dánjal Danielsen, AB
Carl Mikkelsen, B36
Marius Árting Allansson, B36
Fayo Kruse, EB/Streymur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Rani Wenningsted Sørensen, HB
Áki Samuelsen, HB
Marius Kruse, HB Køge (Danmark)
Jóhann Jøkladal Højbro, ÍF
Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Dávid Andreasen, KÍ
Tóki Hanusarson á Lógv, KÍ
Silas Ólavsson Gaard, KÍ
Johan Josephsen, KÍ
Elias Isaksen, Víkingur
Áki Magnussen, Víkingur

Bartal Einarsson Petersen, TB
Andreas Midjord, TB

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia frá 14. til 23. november. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Ísrael og Finnland eisini við í bólkinum.