Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2025 11:47

Steno Miðstøðin tikið munandi tøk fyri fólk við diabetes

Tíðindaskriv

Steno Miðstøðin í Føroyum hevur lagt fram ársfrágreiðing fyri 2024, har dentur verður lagdur á framstig, nýggj átøk og styrkt samstarv innan- og uttanlands. 

Tað hevur verið eitt ár við menning á fleiri økjum – frá betri tilboðum til sjúklingar til stinnari granskingargrundarlag og vitanardeiling.

Eitt høvuðsfokus í 2024 hevur verið at fyrireika eitt nýtt viðgerðarátak til fólk við diabetiskari fótsjúku. 

Somuleiðis hevur Steno Miðstøðin útgivið faldaran Livið væl við diabetes 2 á føroyskum, sum er borðin út til allar kommunulæknaviðtalur í Føroyum. Tak niður faldara her [https://sjukrahusverkid.cdn.fo/savn/0sphqj5r/steno-livid-vael-brochure-layout_final.pdf?s=21UhRUMSYs2K9DRHKsmPN9Q9rrI

Samstundis er biobanki á veg á Landssjúkrahúsinum, sum er eitt týðandi stig fyri føroyska heilsugransking. 

Brúkaraluttøka, altjóða samstarv og undirvísing hava verið kjarnuøki, og í 2025 verður farið undir enn fleiri átøk, eitt nú eitt betrað tilboð til børn og ung við diabetes 1 í samstarvi við Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum.

Arbeitt verður við støðugt at menna heilsuverkið saman við borgarum, starvsfeløgum og samstarvsfeløgum bæði í Føroyum og uttanlands.

Ársfrásøgnin gevur innlit í hetta arbeiðið, sum hevur til endamáls at betra um lívsgóðskuna hjá fólki við diabetes og hormonsjúkum í Føroyum. Tak niður ársfrásøgnina á føroyskum her: [https://sjukrahusverkid.cdn.fo/savn/xg1fevhf/steno-a-rsfra-greiding-2024_final.pdf?s=UF3Phwcr5OlYWGJReP42vbdiUMg]