Tíðindaskriv
Á Norðoyastevnu sýnir Steintóra Erhardsdóttir (1991) fram í Gamla Seglhúsinum.
Fødd og uppvaksin í Vági, útbúgving gudfrøðingur av lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Yale University, og virkar sum sóknarprestur í Havn og í Nólsoy.
Hon hevur altíð teknað og mála, og var hon eisini leingi í iva, um hon skuldi velja eina listarliga útbúgving á íslendska listaháskúlanum. Gudfrøðin vann, men hon er tó hildin fram við at mála. Eins og vit siga at prestalívið er eitt kall, somuleiðis er tað hjá listafólki, at penslarnir kalla á tey.
Hon arbeiðir oftast við tekningum og prentum, herundir plakatum og linoleum. Abstraktu myndirnar hjá Steintóru eru meira kenslur og estetikkur enn nakað annað. Í konkretu myndunum dámar hon væl at blanda samfelagskritik, tabu, humor og alvor: og aloftast er jú nakað av alvor í humor.
Fernisering verður sunnudagin 2. juni klokkan 15:00.
Umframt lættari ábit kemur Rani Nolsøe at syrgja fyri tónleikinum. Møguleiki verður eisini at heilsa uppá listakvinnuna og eru øll hjartaliga vælkomin.
Framsýningin hongur annars uppi fram til hálvan Juni, og kann hon vitjast yrkadagar millum 14:00 og 17:00.
Deil á Facebook