Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.06.2025 21:49

Steffan Abrahamsson Løkin og NSÍ enda samstarvið

Mynd: Eysturoyarportalurin

NSÍ skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

Steffan hevur av persónligum ávum valt at gevast við fótbóltinum. Hóast vit í NSÍ eru sera hørm um tað, so er hetta ein avgerð, sum vit sum felag ynskja at virða.

Hjartans takk fyri tær mongu góðu løturnar á fótbóltsvøllinum og fyri títt stóra íkast fyri felagsskapin. Vit ynskja tær og familjuni alt tað besta í framtíðini.