Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2022 20:26

Steffan A. Løkin aftur í Runavík

Mynd: NSÍ

Eftir tvey ár í B68 er Steffan A. Løkin aftur við Løkin. 

Steffan Abrahamsson Løkin hevur í dag skrivað undir ein 2-ára sáttmála við barndómsfelagið NSÍ.

Í stuttari samrøðu við heimasíðuna hjá NSÍ sigur 22-ára gamli Steffan Abrahamsson Løkin, at hann gleðist um at vera heima aftur. NSÍ er í gongd við at byggja eitt nýtt spennandi lið upp, og Steffan gleðir seg til at verða ein partur av hesi tilgongdini.

Steffan er ein royndur ungur leikari. Hann hevur umboðað øll okkara ungdómslandslið, og hartil hevur hann longu – hóast sín unga aldur –  spælt 86 dystir í bestu deildini.