Runavíkar kommuna
Týsdagin 24. juni var hátíðarhald í samband við tríggjar starvsdagar, tvær ferðir 25 ár og eina ferð 23 ár. Hátíðarhaldið var saman við starvsfeløgum og familjum hjá teimum, ið vóru heiðraðar. Sigurgunn Kjelness og Malan Joensen hava starvast í meira enn 25 ár á dagstovnaøkinum hjá Runavíkar kommunu, og vóru tær heiðraðar fyri hetta. Somuleiðis varð Arndis Hansen heiðrað fyri drúgva tænastu í 23 ár, nú hon valdi at gevast.
Her er brot úr røðuni hjá Rógva Nybo, trivnaðarleiðara í Runavíkar kommunu.
“Lat meg byrja við at bera tykkum øllum eina stóra og hjartans tøkk frá Runavíkar kommunu fyri tað sera týdningarmikla arbeiði, sum tit hvønn dag gera á dagstovnaøkinum.
Samfelagið hjá okkum er nú einaferð soleiðis innrættað, at tað í dag er ein treyt hjá teimum flestu, at bæði foreldur mugu arbeiða fyri at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman.
Tí var eisini skipað soleiðis fyri, at skipað barnaansing varð sett á stovn og er tað í flestu kommunum í dag. Barnaansing var orðið, ið tá varð brúkt. Men barnaansing er ikki tað rætta orðið…
Tí, tá vit foreldur melda børn okkara inn á stovn, so er tað ikki bara ein einføld transaktión, har vit móti einum mánaðarligum gjaldi tryggja okkum, at børnini verða ansaði.
Tá vit trína inn gjøgnum dyrnar um morgunin, lata vit okkara dýrabarastu gripir upp í tykkara hendur. Vit bjóða tykkum at vera við til at evna tey til, at styrkja og stimbra tey í sínum førleikum sum menniskju, og at menna og menta tey til at kenna tað samfelagið, tey eru ein partur av.
Hetta er ein ikki so lítil uppgáva.
“Gevandi” er eitt orð, ið eg havi hug at knýta at tí at starvast á einum dagstovni og at arbeiða við børnum. Tað er gevandi á so nógvan hátt. Tit geva burturav tykkum sjálvum, hvønn dag tit eru saman við børnunum. Børnini geva somuleiðis burturav sær sjálvum, tá tey eru saman við tykkum og spæla, práta, gráta og flenna.
Tit leggja og hava lagt gott í børnini, og kunnu í dag síggja fleiri teirra sum vaksin. Onkur teirra eru kanska longu komin aftur við teirra børnum, og hava litið tey upp í tykkara somu tryggu og fjálgu hendur.
Og so komi eg til høvið, hví vit eru her í dag. Vit eru samlaði her fyri at heiðra trimum starvsfólkum, sum trúliga hava givið burturav sær sjálvum til børnini í Runavíkar kommunu gjøgnum nógv ár.
Fyrst er tað Arndis Hansen. Tú byrjaði í Æðuvík í 2002 og komst til Søldarfjarðar at arbeiða, tá Útibarnagarðurin í Æðuvík varð niðurlagdur eitt skifti. Samanlagt hevur tú starvast hjá okkum í 23 ár, nú tú hevur valt at gevast. Stóra takk fyri alt tað, tú hevur givið børnunum og starvsfólkunum í Runavíkar kommunu hesa tíðina.
Næst er tað Sigurgunn Kjelness. Mær er sagt, at tú byrjaði í dagrøktini í Rituvík 1. September í 1990. Síðani hevur tú starvast í fleiri ár á dagstovni í Runavíkar kommunu, ja samanlagt meira enn 25 ár. Eisini tú skalt eiga eina hjartans tøkk fyri alt tað, tú hevur givið børnunum og starvsfólkunum í Runavíkar kommunu hesa tíðina.
At enda er tað Malan Joensen. Malan byrjaði, er mær fortalt, 1. August 1997 í dagrøktini í Oyndarfirði, og hevur tú samanlagt eisini starvast yvir 25 ár á dagstovnaøkinum í tí, sum nú er Runavíkar kommuna. Hjartans tøkk fyri alt tað, tú hevur givið børnunum og starvsfólkunum í Runavíkar kommunu hesa tíðina.”
Runavíkar kommuna ynskir Arndis, Sigurgunn og Maluni hjartaliga til lukku við starvsdøgunum, og takkar fyri teirra trúfesti og ta orku, tær hava givið og framvegis geva sínum arbeiðsplássi.
