Eysturkommuna
Í ár hevur Eysturkommuna heiðrað tíggju trúføstum starvsfólkum, sum hava starvast leingi í kommununi.
Fríggjadagin 10. oktober var ein hugnalig hátíðarløta, har Eysturkommuna heiðraði fimm teirra.
Tær tríggjar, Majken Øre, Beinta Justinussen og Gudny Justinussen, starvast í dagstovninum Gjáa og hava starvast har í ávikavist 27, 30 og 38 ár. Eisini varð Marjun Hansen, sum nú er farin frá fyri aldur, heiðrað fyri 34 ára starv á sama stovni.
Sakaris Guldbro hevur starvast í Eysturkommunu í 24 ár, og fer frá fyri aldur um ársskiftið.
Heiðran fyrr í ár
Eisini fyrr í ár, tann 3. apríl, var ein hugnalig hátíðarløta fyri starvsfólkum, har Eysturkommuna heiðraði fimm starvsfólkum.
Fýra teirra starvast í Frítíðarheiminum í Leirvík. Tær tríggjar, Marion Leifsdóttir, Hallbjørg Eliassen og Jónvá Gregersen hava starvast í 28 ár, meðan Hanna Erlingsdóttir Olsen hevur starvast í 25 ár.
Julia Lamhauge, sum er farin frá fyri aldur, hevur starvast í kommununi í 23 ár. Hon hevur starvast í tónlistaskúlanum og á bókasavninum.
Borgarstjórin, Per Martin Gregersen, handaði teimum hvør sín málning, málaðan av Sámali Toftanes, sum tøkk fyri trúgva og drúgva tænastu í kommununi.
Eysturkommuna takkar teimum tíggju hjartaliga fyri teirra stóra íkast og góða arbeiði ígjøgnum árini, og ynskir teimum alt tað besta framyvir.

Majken Øre

Beinta Justinussen

Gudny Justinussen

Marjun Hansen

Sakaris Guldbro

Marion Leifsdóttir

Hallbjørg Eliassen

Jónvá Gregersen

Hanna Erlingsdóttir Olsen

Julia Lamhauge
Felagsmynd 3. apríl 2025

