Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2026 11:13

Starvsfelagið: Fimm valevni til nevndina

StarvsfelagiðStarvsf

Uppstillingin til nevndarvalið í Starvsfelagnum er nú liðug. Tveir limir í nevndini standa fyri vali, og tað eru Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr.

Hesi fimm hava boðað frá, at tey stilla upp til nevndarval:

  • Ann Sigurdsdóttir Poulsen, sum starvast hjá Føroya Tele
  • Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum starvast hjá Umhvørvisstovuni
  • Bjørg Jacobsen, sum starvast hjá Taks
  • Borgný Mohr, sum starvast hjá Almannaverkinum
  • Tanya E. Joensen, sum starvast hjá Runavíkar kommunu

Skipað verður fyri talgildum undanvali, og eisini verður møguligt at velja við brævatkvøðu. Undanvalið byrjar 15. februar. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Aðalfundur felagsins verður í Smæruni leygardagin 7. mars klokkan 14. Tiltakslimir til nevndina verða valdir á aðalfundinum.