Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.02.2023 14:30

Starvsdagar í Borg

Mynd: Borg

Á starvsfólkadegnum fríggjadagin 3. februar, heiðraðu Borg teirra starvsfólkum, ið høvdu rundan starvsdag í ár. Á myndini síggjast tey øll saman við stjóranum Rodmundi Nielsen.

Bjørghild Magnusson (til vinstru), ið dagliga heldur skil á deildini í Klaksvík, hevur í ár starvast hjá Borg í 15 ár.

Kristian Andriasson (næst frá vinstru), ið dagliga hevur útkoyringina og goymsluna í Tórshavn undir hond, hevur í ár starvast hjá Borg í 15 ár.

Og Preben Andersen (næst frá høgru), ið heldur skil á dynamittsøluni, hevur í ár starvast hjá Borg í heili 40 ár.