Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2026 21:20

Starvsdagar í Borg

Mynd: Borg

Í dag hevur árligi starvsfólkadagurin hjá Borg verið, og sum vant so heiðraðu vit teimum, ið hava havt rundan og hálvrundan starvsdag í 2025. Rodmundur Nielsen, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri drúgva tænastu við vón um fleiri ár afturat. Tey fingu øll hvør sítt blómutyssi og gávu frá Borg.

10 ára starvsdag høvdu Anna Kristiansen og Dan Højgaard, 15 ára starvsdag hevði Kristian Gunrum, 20 ára starvsdag hevði Rodmundur Nielsen og 25 ára starvsdag hevði Regin Olsen. Kaj Højgaard hevði ikki minni enn 60 ára starvsdag.

Spjaldur