Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.05.2025 19:56

Starvafólkatiltak í Mentanarhúsinum

Nánd

Týskvøldið 13. mai var starvsfólkatiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við fyrilestri og máltíð, har starvsfólk, sum hava arbeitt í Nánd í 10 ár, vórðu heiðraði.

Tann 1. januar 2025 vóru tað júst 10 ár síðan kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landinum, og í tí sambandi vórðu 15 starvsfólk heiðraði fyri teirra 10 ára starvsdag.

Hesi starvsfólk hava verið við allan vegin síðan yvirtøkuna og hava givið eitt virðismikið íkast til arbeiðið í einum tíðarskeiði við bæði menning og broyting. Poula Reinert-Petersen, leiðari í Nánd, takkaði starvsfólkunum fyri teirra leiklut.

Á starvsfólkatiltakinum var eisini áhugaverdur fyrilestur við Mette Søndergaard, ergoterapeuti við heitinum At arbeiða aktiverandi og lívgevandi í demensviðgerð.