Hósdagin 25. juni er býráðsfundur í Fuglafjarðar kommunu. Á skránni eru 4 mál.
Eitt av málinum er at finna eina endaliga staðseting til sandflogbóltin í Fuglafirði.
Fuglfirðingar eru kendir fyri innandura flogbóltin og hevur tað eisini verið ein av stóru ítróttargreinunum í Fuglafirði, saman við m.a. fótbóltinum og kappróðrinum.
Sandflogbóltur er ein nýggj ítróttargrein her í Føroyum og í Fuglafirði. Í fjør varð ein fyribils innandura sandflogbóltshøll gjørd í Fuglafirði. Og fyrr í ár varð nýggi sandflogbóltsvøllurin á Valloyruni í Sandavági alment tikin í nýtslu.
Sum Eysturoyarportalurin skilir, so skal ein endalig staðfesting til ein nýggjan uttandura sandflogbóltsvøll finnast, og er ætlanin at staðsetingin skal verða á økinum tætt við Mentanarhúsið, har sum Kyrjasteinur, seinasta skonnartin í Føroyum, stendur í dag.
Sum skilst, so skal Kyrjasteinur burturbeinast, meðan møguligt okkurt av tilfarinum skal endurnýtast á økinum.

