Hann var fyri nøkrum vikum síðani til royndarvenjing í Vendsyssel FF. Og hevur tað nú borið frukt.
Danska felagið boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við 20 ára gamla Árna Nóa Atlason úr Víkingi.
Ungi víkingurin, sum er sonur Atla Gregersen, skal nú royna seg í donsku 1. division, eftir at felagið júst er flutt upp í næstbestu donsku deildina.
Hann verður nú liðfelagið við ein annan fyrrverandi Víking, nemliga Ara Olsen, sum flutti til Vendsyssel í fjør.
Árni leikti í gjárskvøldið sín seinasta dyst fyri barndómsfelagið á hesum sinnið, tá ið hann og liðfelagirnir leiktu 2-2 móti KÍ í Sarpugerði.

