Mynd: St.Í.F.
Í dag, mánadagin 5. september, kl. 19.00 skipar StÍF fyri stuðulsrenning við bygdahúsið á Strondum.
Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir.
Til ber at stuðla uppá tveir mátar: Antin oyru fyri meturin ella fasta stuðulsupphædd. Virðislønir verður latin til tann, sum savnar inn flestar pengar inn, og tann, sum rennur longst.
Dømi: Gevari játtar at gjalda 2 oyru fyri meturin, og rennarin rennur 6000 m. Harvið verður upphæddin 6000*0,02 kr. = 120,00 kr. Tey flestu renna vanliga 5000-6000 metrar.
Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Stuðulsskjalið kann eisini heintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:
Øll eru hjartaliga vælkomin at renna og at stuðla StÍF.
St.Í.F.
Deil á Facebook