Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.01.2025 22:31

Spreinging í maskinrúminum á Glyvursnesi

Savnsmynd

Tíðindaskriv

Um 21 tíðina í kvøld var ein spreinging í maskinrúminum á farmaskipinum Glyvursnes hjá Smyril Line. 

Skipið lá við bryggju í Hirtshals. Manningin fór beinanvegin undir at sløkkja eldin. Tríggir mans vóru í maskinrúminum, tá spreinginin hendi. Teir eru fluttir á sjúkrahús, og avvarandi hava fingið boð.