Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 12:08

Sporing av bitlum í sjónum

Mynd: Firum

Firum

Á árligu Aliráðstevnuni, sum Havbúnaðarfelagið skipar fyri, hevði Birgitta Andreassen granskari á Firum eina framløgu við heitinum Bitlar í sjónum, bitlasporing sum amboð.

Birgitta greiddi frá, hvussu bitlasporing kann nýtast til at svara uppá spurningar um, hvar bitlar í sjónum enda, so sum um depositión av skarni ella tarafragmentum frá ávikavist laksa- og taraaling og útbreiðslu av eitt nú laksalús. Á Firum nýta vit bitlasporingsmyndilin LADiM, ið er mentur av norsku Havstovuni Havforskningsinstituttet í Bergen, sum verður víðari ment til at passa til Føroyska umhvørvið saman okkara 3D havmyndil, FarCoast.

Í samband við verkætlanina ADepoPlan verður ein app ment, og fyrst prototypan er klár her:
https://shiny.firum.fo/TEST_adepoplan_shiny/ 

Tá ADepoPlan er liðugt ment fer at bera til hjá alivinnuni, myndugleikum og øðrum at brúka amboðið í tilrættisleggingini av virkseminum. Í fyrstu atløgu ar amboði ment til at meta um depositión av bitlum, tvs. hvar bitlar, ið søkka, enda á havbotninum. Men amboði kann útvíkast til til alskyns bitlar, treytað av at eginleikarnir hjá bitlunum eru kendir. Bitlarnir kunnu verða skarn frá alivinnuni, laksalús, virus, bakteriur, tari ella spillvatn frá virkjum.

Sí framløguna í pdf formati her

Vilt tú vitan meiri um bitlasporning kanst tú seta teg í samband við Birgittu á birgitta@firum.fo ella á telefon 77 47 52.

(Mynd: Birgitta Andreasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni, Firum)

(Mynd: Birgitta Andreasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni, Firum)

(Mynd: Birgitta Andreasen heldur framløgu á árligu Aliráðstevnuni, Firum)

Framløga 1 130326.png

(Brot úr framløguni um bitlar í sjónum, sí alla framløguna her)

Spjaldur