Nes Kommuna
Seinastu mongu árini hevur Nes kommuna avsett árliga játtan til tilfar til tey trý spæliplássini, sum eru í Rókini, við Kvíggjarvegin/Gaddavegin og undir Nesinum.
Foreldur og avvarðandi hava so sjálvboðin í felag umvælt og endurnýggjað til tess at betra um umstøðurnar hjá børnunum. Skipanin hevur sum heild virkað sera væl.
Men í nøkur ár hevur ikki verið gjørt nakað við spæliplássið undir Nesinum.
Í summar tók ein bólkur av foreldrum undir Nesinum stig til at fáa gongd á aftur. Tiltakið eydnaðist sera væl, og úrslitið er gott. Hetta fegnast Nes kommuna um, og vil við hesum takka teimum undir Nesinum fyri sera gott samstarv í summar.
Nes kommuna vil eisini takka teimum mongu í Rókini, við Gaddavegin og undir Nesinum, sum millum ár og dag hava verið virkin og gjørt eitt sera gott arbeiði.
Deil á Facebook