Fótbóltssamband Føroya
Avgerð er nú tikin um at útseta dystirnar millum Víking og TB og FC Suðuroy og EB/Streym til sunnudagin.
Tað verður boðað frá nógvum vindi leygardagin, og hetta ávirkar fleiri dystir í landskappingunum.
Í gjár boðaði kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya frá, at, dystirnar í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og KÍ og HB og B68 vórðu framskundaðir til í annaðkvøld, fríggjakvøldið 3. oktobur.
Og nú er avgerð tikin um, at eisini dystirnar millum Víking og TB og FC Suðuroy og EB/Streym verða fluttir, og verða í staðin spældir sunnudagin 5. oktobur.
Betrideildin menn, 25. umfar
NSÍ – B36 (fríggjadagin 18:30)
HB – B68 (fríggjadagin 18:30)
07 Vestur – KÍ (fríggjadagin 19:00)
Víkingur – TB (sunnudagin)
FC Suðuroy – EB/Str. (sunnudagin 13:00)
Betrideildin kvinnur
NSÍ – HB (sunnudagin 15:00)
Víkingur – KÍ (sunnudagin 16:00)
B36 – Skála (sunnudagin 12:30)
FCH – 07V (sunnudagin 18:00)