Fólkaflokkurin
Familjupakkin er klárur. Ein pakki, sum inniheldur fleiri uppskot, sum hava til endamáls at gera tað tryggari, lættari og betri at vera familja í Føroyum. Fólkaflokkurin fer í næstum at bera leggja uppskotini fyri Tingið.
Vit hava seinastu árini sæð eina keðiliga í gongd í føroyska samfelagnum. Færri børn verða fødd, og fleiri ung fara av landinum. Orsøkirnar til hesa gongd eru helst samansettar. Tó má politiski myndugleikin altíð gera sítt til at basa hesum.
Og tað gera vit í Fólkaflokkinum.
Hóast vit sita í andstøðu, so vilja vit vísa á loysnir, ið skulu gera tað lættari hjá familjum at búgva her. Góðar loysnir, ið ikki eru veruleikafjarar.
Tí hava vit gjørt ein familjupakka, sum tit kunnu síggja við at trýsta á eitt leinki inn á her:
(Soleiðis gera vit Føroyar meira familjuvinarligar – Fólkaflokkurin (folkaflokkurin.fo)
Heldur verandi gongd fram, so kann tað gerast til eina stóra haldførisavbjóðing fyri tað føroyska samfelagið. Tí ynskja vit at gera okkurt við hetta nú.
Tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt. Vit ynskja at geva familjunum størri frælsi yvir tíðini, pengunum og møguleikunum. Somuleiðis skal tað bera til hjá barnafamiljum at seta føtur undir egið borð.
Við hesum familjupakkanum vilja vit vísa, at vit veruliga ynskja at gera nakað við tað.
Deil á Facebook