Landið eigur nógvar bygningar kring landið við nógvum týdningarmiklum virksemi. Landið leigar seg eisini í fleiri førum inn í bygningar kring landið, og tað kunnu vera góðar orsøkir til tess.
Undir fíggjarlógarviðgerðum kemur javnan fram, at fleiri av landsins bygningum tó heilt víst kundu verið seldir. Tó er ein avbjóðing kanska, at hvørt landsstýrisfólk sær ræður yvir bygningunum á sínum øki, og tað ger tað helst ikki lættari at hava eina samskipaða kós fyri landsins bygningar. Hetta kann vera ein orsøk til, at tað virkar, sum bygningar treyðugt verða seldir, hóast teir kanska falla í órøkt og ikki hýsa virksemi av týdningi.
Tað er óivað tørvur á javnan at gera upp, um allir bygningar, sum landið eigur, framvegis skulu vera landsins ogn. Vit vita, at viðlíkahald av almennum bygningum er ein stór avbjóðing, har tørvur er á munandi játtan fyri at koma runt fyri at tryggja, at landsins ognir eru í nøktandi standi.
Eisini er neyðugt at gera upp, í hvønn mun summir bygningar eiga at verða seldir, tí privatpersónar, vinnan, feløg ella kommunur hava størri tørv á teimum til bústað ella til sítt virksemi, og teir harvið kunnu gera størri gagn, samstundis sum fermetratalið, sum landið skal halda viðlíka, minkar.
Hetta evni er lítið frammi, hóast týdningarmikið, og til fíggjarlógarviðgerðina í desember 2023 skrivaði Fíggjarnevndin í sínum áliti: «Inntøkujáttanin verður hækkað við 6 mió. kr. til at selja bygningar fyri, sum ikki er neyðugt at eiga.»
Av hesum orsøkum havi eg sett avvarðandi landsstýrismanni, Dennisi Holm, hesar spurningarnir:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at fyrireika sølu av almennum
bygningum?
2. Verður arbeitt við at skipa sølu av almennum bygningum á øðrvísi hátt og samskipa átakið?
3. Hvussu nógvir bygningar, og hvussu nógvir fermetrar verða ætlandi seldir í 2024?
Deil á Facebook