Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.02.2026 08:53

Søguligur føroyingur í Serie A

Mynd: Hellas Verona

Dagurin í gjár gjørdist søguligur uppá nógvar mátar fyri føroyskan fótbólt.

Toftamaðurin, Andrias Edmundsson, sum hevur verið millum bestu føroysku fótbóltsleikarunum seinastu árini, varð í gjár seldur fyri umleið 25 milliónir krónir til italska Serie A felagið Hellas Verona frá Wisla Plock úr Pólandi.

Ongantíð áður er ein føroyskur leikarin seldur fyri so stóra peningaliga upphædd, og hevur heldur eingin føroyskur leikari leikt í bestu italsku deildini áður.

Hetta leikaraskiftið hevur tí flutt mørk í føroyskum fótbólti, samstundis sum hetta má metast sum størsta íblásturskelda til komandi ættarlið av føroyskum fótbóltsleikarum.

Hellas Verona, ella Verona, varð stovnað í 1903, og er kanska ikki mest kenda felagið í Italia. Men hevur tó eina ríka og stolta fótbóltssøgu – bæði við upp- og niðurtúrin á vegnum.

Felagið hevur einaferð vunnið scudetto – italska meistaraheitið, og tað var kappingarárið 1984-85, við einum stórspælandi dana, nemliga Preben Elkjær, í álopinum.

Liðið verður millum manna ofta kallað gialloblù – teir gulbláu.

Heimavøllurin eitur Stadio Marcantonio Bentegodi og tekur 39,211 áskoðarar. Leikvøllurin er tann 8. størsti í Italia.

Andrias kemur at verða liðfelagið við millum annað døninum; Victor Nelsson (lándur frá Galatasaray), Martin Frese og Tobias Slotsager.

Hellas Verona spælir sera týðandi dyst longu 6. februar á heimavølli móti Pisa. Bæði Pisa og Verona liggja í botninum við 14 stigum hvør.

Spennandi verður at tí at síggja, um føroyingurin í Hellas Verona, fær sínar fyrstur minuttir í Serie A longu nú fríggjakvøldið. Dysturin byrjar kl. 19.45.

Stadio Marcantonio Bentegodi í Verona