Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2022 11:21

Søguligur dystur – Faðir og sonur á sama liðið

3-1 sigurin á Skála undir Mýruhjalla í kvøld bleiv ein søguligur dystur fyri Víking, tí fyri fyrstuferð í søgu felagsins spældu pápi og sonur inni í senn fyri besta mansliðið. Hetta hendi eftir góðar 80 minuttir, tá ið Árni Nóa Atlason bleiv skiftur inn á vøllin.

Árni Nóa er sonur Víkinga legenduna og liðskiparan Atla Gregersen, sum spældi allan dystin í miðverjuni

Minnilig og stuttlig løta fyri felagið og ikki minst fyri feðgarnir sjálvar. Vónandi koma vit at síggja nógv afturat til Árna og vit vóna sjálvandi eisini, at Atli og Árni fáa nógvar dystir afturat saman

Víkingur ynskir Árna Nóa til lukku við debut’ini – framtíðin sær spennandi út!